
Í løtuni er tingfundir í gongd, sum byrjaði klokkan 13.30. Á dagsskránni eru níggju aðru viðgerðir. Til dømis er uppskot til samtyktar um, at ólavsøkuaftan verður almennur frídagur.
Í løtuni eru 27 mál í ymsu nevndunum, men hóast nógv mál eru eftir at avgreiða, so fer tíðarætlanin at halda, sambært Jógvan á Lakjuni. Løgtingsformaðurin sigur við Kringvarpið, at ætlanin framvegis er, at løgtingið skal fara til hús um eina viku, .
Sum nú er, so veit Jógvan á Lakjuni ikki, um fleiri mál eru á veg. 141 tingmál hava verið til fyrstu viðgerð í hesari tingsetuni.
Tingfundur verður á skránni í morgin, og tað verður tað eisini fyrstu fýra dagarnar í komandi viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald