Núverandi andstøðuflokkarnir hava framvegis meirilutan á tingi, um val hevði verið í dag. Men leiðslan í nýggjastu veljarakanningini er ikki eins greið, og hon hevur verið í teimum seinastu kanningunum.
Nú henda tingsetan er hálvrunnin, hevur Spyr.fo enn einaferð gjørt eina veljarakanning fyri Blaðið Vikuskifti og Portalin, og hon vísir, at Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin framvegis eru teir størstu flokkarnir, men Sambandsflokkurin tekur inn á Fólkaflokkin nú.
Stóri taparin í kanningini er framvegis flokkurin hjá løgmanni, Javnaðarflokkurin, sum stendur til at fáa 19,6 prosent av atkvøðunum, sum er ein afturgongd á 6,9 prosentstig í mun til valið fyri tveimum árum síðani. Í seinastu veljarakanning kvinkaði Javnaðarflokkurin seg upp um 20 prosent, men fellur nú aftur niður á 19,4 hesaferð. Harvið stendur Javnaðarflokkurin til at missa tveir tingsessir og fáa 7 fólk vald á ting.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald