Stóra konsertferðin "Eras Tour" hjá Taylor Swift er liðug aftaná 149 konsertir kring allan heimin.
Tað var sunnudagin í Vancouver, at seinasta konsertin var, og tá vóru góðu sølutølini fyri mongu framførslurnar eisini kunngjørd.
Atgongumerkjasølan er áljóðandi 14 milliardir krónur, skrivar The Guardian.
(Mynd: EPA)
Áður hevur "Farewell Yellow Brick Road" hjá Elton John havt størst inntøkur upp á eina konsertferð. Hann tjenti seks milliardir krónur og hevði heilar 330 konsertir.
Eras Tour hjá Taylor Swift byrjaði 17. mars 2023 og spælt hevur verið í millum annað Buenos Aires, Paris og Tokyo.
Nógvu konsertirnar geva eisini sítt til býirnar, har tær verða hildnar. Seks konsertir upp á tvey vikuskifti í kanadiska býnum Toronto verða mettar at vera orsøkin til økt peningabrúk uppá 282 milliónir kanadiskar dollarar - 1,4 milliardir krónur.
Soleiðis sá út á Friends Arena í Stokkhólmi tá Taylor Swift framførdi har í maimánað (Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald