Mentan

Tjóðsavnið yvirtekur sølu av bátaseymi

Janus Østerø hevur í eina tíð vilja latið virksemið frá sær, men eingin hevur viljaa átikið sær tað. Nú hevur Tjóðsavnið tikið yvir

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-12-02 20:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tjóðsavnið selur nú galvaniseraðan bátaseym, spíkarar og røur til bátasmiðir. Sølan hevur higartil verið hjá einum privatpersóni, Janusi Østerø, sum av egnum áhuga hevur átikið sær at innflyta og selja seym til føroyskar bátasmiðir. Rørnar hevur hann sjálvur framleitt.

Tað er ikki ein lønandi vinna at framleiða og selja bátaseym, og tí er bátaseymur torførur at fáa fatur á. Bátasmiðir hava verið sera glaðir fyri at kunna keypa seym í Føroyum, tí teir hava ómakaleyst kunna keypt bæði størri og smærri nøgdir, tá teir hava havt brúk fyri tí. Janus Østerø hevur í eina tíð viljað latið virksemið frá sær, men eingin hevur viljað yvirtikið uppgávuna. Tí heitti bátasmiður Terji Reinert Jakobsen á Tjóðsavnið um at yvirtaka søluna.

Føroyski báturin kom á UNESCO-listan fyri umboðandi siðaarv hjá mannaættini í desember 2021. Tjóðsavnið umsitur sáttmálan og UNESCO-innskrivingina av føroyska bátinum, so tað er hóskandi, at savnið yvirtekur søluna av seymi fyri at tryggja, at veitingin ikki dettur niðurfyri. Søkt varð í hesum sambandi um eykajáttan frá Mentamálaráðnum á 200.000 kr. at byggja upp eina seymagoymslu. Janus Østerø hevur lagt lag á og veitt Tjóðsavninum ráðgeving til at byggja seymagoymsluna upp.

Seymurin verður seldur uttan vinning.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder