Innanlands

Tjóðskaparligt sjálvræði hægri mett enn kropsligt sjálvræði

Í vísindaligari grein um føroysku abortlóggávuna grundgeva Turið Nolsøe og Turið Hermannsdóttir fyri hesum - tá tað kemur til menniskjarættindi

Turið Hermannsdóttir og Turið Nolsøe, granskarar, hava greinað altjóða viðgerðina av føroysku abortlóggávuni, og hvussu altjóða ábreiðslur verða loftaðar í Føroyum (Mynd: setur.fo)

Turið Hermannsdóttir og Turið Nolsøe, granskarar, hava greinað altjóða viðgerðina av føroysku abortlóggávuni, og hvussu altjóða ábreiðslur verða loftaðar í Føroyum (Mynd: setur.fo)

2024-12-11 15:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

"Føroyar taka sær av hesum sjálvar": Samanfallið millum kropsligt og tjóðskaparligt sjálvræði í vigerðini av abortrættindum.

Hetta er heitið á nýggjari javnlíkamettari grein, sum granskararnir Turið Nolsøe og Turið Hermansdóttir hava latið út hondum, og sum er partur av serútgávu av Fróðskaparriti um menniskjarættindi í Føroyum. 

Seinastu 20 árini hevur føroyska abortlóggávan fingið altjóða ábreiðslur, m.a. frá CEDAW, sum er ST-stovnur, ið arbeiðir fyri at beina burtur mismun, sum kvinnur eru fyri. CEDAW stendur fyri Convention on the Elimination of All Forms of Discrimination against Women, og altjóðasáttmálin við sama navnið varð samtyktur av ST-aðalfundinum í 1979 við 130 atkvøðum fyri, ongari ímóti og 10 blonkum. Hesin altjóða menniskjarættindasáttmálin kom í gildi 3. september 1981.

Men hvør hevur ábyrgdina av føroysku abortlóggávuni, og ger ein strong føroysk abortlóggáva seg inn á menniskjarættindini?

- Tað letur til at vera toført fyri altjóða politiska samfelagið at staðfesta, hvør í roynd og veru hevur ábyrgdina av føroysku abortlógini, og um ein strong lóggáva sum tann føroyska ger seg inn á menniskjarættindini, siga granskararnir í viðmerking til greinina í Fróðskaparriti.

- Vit hava nú greinað altjóða viðgerðina av málinum og grundgeva fyri, hvussu tjóðskaparligt sjálvræði sum ideal verður sett hægri enn kropsligt sjálvræði sum menniskjarættindi. Eitt endamál hjá okkum er eisini at vísa á ta politisku støðu, sum Føroyar eru í, siga tær. 

Hendan samanrenningin av sjálvræðisdiskursunum verður viðgjørd, og dentur verður lagdur á, hvørjar avmarkingar eru í sambandi við at grundgeva fyri, at abortrættindi eru menniskjarættindi. Men kritisk viðgerð er eisini av fatanini av rættinum til sjálvstýri, har tjóðskaparligt sjálvræði vinnur á reproduktivum meðborgaraskapi.

- Heldur enn at viðgera, hvussu reproduktiv rættindi verða tryggjað í Føroyum, so verða altjóða ábreiðslur brúktar sum høvi til at undirstrika, at "Føroyar taka sær av hesum sjávar", siga Turið Nolsøe og Turið Hermannsdóttir.

Til ber at lesa greinina her.

Lesið alla serútgávuna av Fróðskaparriti um menniskjarættindi í Føroyum her.

Lesið meira um Turið Hermannsdóttir her.

Lesið meira um Turið Nolsøe her

Fróðskaparsetur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder