Innanlands

Tók ein bil og rendi á tríggjar aðrar

Bilførarin var helst ávirkaður. Tveir aðrir bilførar vórðu í nátt handtiknir og eru undir illgruna fyri rúsdrekkakoyring - bíðað verður eftir svari frá blóðroyndunum í øllum trimum førunum

2020-05-17 10:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nøkur mál um rúsdrekkakoyring hava verið í nátt, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.

Løgreglan fekk í nátt fráboðan um, at ein maður helst koyrdi ávirkaður í Havn. Hann hevði sett seg í ein bil, var farin avstað við honum og hevði síðani tikið í tríggjar aðrar bilar, sum fingu nakað av skaða. Eingin persónsskaði var - bilarnir vóru parkeraðir, og bilførarin fekk ongna skaða. Blóðroynd er nú tikin av honum.

Ein annar bilførari í Havn og ein í Klaksvík eru eisini undir illgruna fyri rúsdrekkakoyring í nátt. Bàðir vórðu tiknir, blóðroynd err tikin, og bíðað verður eftir svarinum.

Eitt klipp 

Ferðmátingar vórðu gjørdar á Skálafjørðinum í gjárkvøldið og í nátt. Ein bilførari fekk klipp í koyrikortið, umframt bót, fyri at koyra 103 km/t.

Løgreglan stegðaði áleið 40 bilum aðrastaði - í Kollafirði, í Norðurstreymoy og í Vágum. Har sá alt gott út, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder