Innanlands

Tók omanfyri fýra tímar at fáa alla oljuna burtur

Koyrt varð bert í einari breyt við Gøtueiði, tí vegurin var hálur. Ein tangabilur misti olju, og kannast skal nú hví tað hendi

Olja darvaði ferðsluna millum Gøtueiði og rundkoyringina á Skipaneskrossinum í gjárkvøldið. Ein skuldseting kann koma

Olja darvaði ferðsluna millum Gøtueiði og rundkoyringina á Skipaneskrossinum í gjárkvøldið. Ein skuldseting kann koma

2025-04-16 09:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Olja darvaði ferðsluna millum Gøtueiði og rundkoyringina á Skipaneskrossinum í gjárkvøldið.

Tað var beint áðrenn klokkan 17, at olja lak á vegin, og ikki fyrrenn klokkan 22.30 kundi Landsverk boðað frá, at uppruddingin av olju á vegnum liðug. Harvið var tað í øllum førum fýra og ein hálvur tími.

Bilførarar vórðu bidnir um at koyra varliga. Á einum strekki niðan á/oman av Gøtueiði var bert koyrandi í tí eini breytini. Tískil stóðu fólk við rundkoyringina á Skipaneskrossinum og heilt uppi á Gøtueiði og stýrdu ferðsluni í gjárkvøldið.

[object Object]Bilar, sum komu úr Søldarfirði og av Skipanesi, kundi ikki bara koyra eftir vild 

[object Object]Tað var í tí einu breytini, at nógv olja var

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at talan var um rættiliga nógva olju.

Man hevur eyðmerkt, hvør tað var, sum misti oljuna. Talan var um tangabil.

Nú skal greiða fáast á, hví hetta hendi, og um førarin skal skuldsetast fyri gáloysni. Tað kann eisini vera eitt hendiligt óhap, ið gjørdi, at oljan lak.

[object Object]

Í mun til ferðslu í gjár, veit løgreglan eisini at siga, at tveir bilførarar fingu klipp og bót við Markagilsvegin í Havn. Hetta var fyri at tosa í telefon, samstunis sum man koyrdi - løgreglan gjørdi eitt málrættað átak.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder