Í gjárkvøldið varð ein bilur sæddur koyra og illgruni mundi vera um eitthvørt. Tá løgreglan kom fram á bilin stóðu allir tríggir menninir í bilinum við bilin, og tað var tí ikki til aty vita, hvør hevði koyrt.
Allir tríggir vóru tiknir og skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir av rúsevnum.
Tá teir vórðu koyrdir á Landssjúkrahúsið at taka blóðroynd kom burturúr teimum, hvør hevði koyrt, men hetta skal nú kannast. Vakmyndatól er á staðnum, har løgreglan kom á teir.
Um logið verður um slíkt, verður tað eisini tikið í størsta álvara.
Hetta var í Eysturoynni.
Seinnapartin í gjár gjørdi løgreglan eisini ferðmáting í Kaldbaksbotni. Ein bilførari varð tikin fyri at koyra 114 km/t.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald