Innanlands

Tóku ímóti rynkunum í Havn

Team Rynkeby-súkklararnir endaðu rundferðina í Havn, og fara í kvøld við Norrønu til Danmarkar

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

2024-06-27 22:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í kvøld hevði Tórshavnar kommuna móttøku fyri súkklarum og hjálparfólki hjá Team Rynkeby. Tey fara av landinum í kvøld og fara at súkkla til París.

Tey hava í dag súkklað kring landið. Byrjað varð í Klaksvík, og síðani hava tey vitjað fleiri staðni á vegnum suður til Havnar.

Hetta er 11 ferðin, ið Team Rynkeby fer til París. Millum súkklarnar í ár er Niels Mortensen úr Havn, sum hevur verið við á øllum ferðum, síðani Team Rynkeby byrjaði í Føroyum.

Ólavur Frederiksen tók myndirnar fyri Tórshavnar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder