Mentan

Tom Hanks útskrivaður

Rita Wilson er framvegis innløgd á sjúkrahúsi í Avstralia

Tom Hanks avmyndur til Oscar-virðislønarhandanina í februar (Mynd: EPA)

Tom Hanks avmyndur til Oscar-virðislønarhandanina í februar (Mynd: EPA)

2020-03-17 08:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski filmssjónleikarin, Tom Hanks, er nú útskrivaður av avstralska sjúkrahúsinum, har hann hevur ligið í avbyrging, eftir at hann varð staðfestur at vera korona-smittaður í farnu viku.

Kona hansara, sangarin og sjónleikarin, Rita Wilson, er framvegis innløgd, skrivar Ritzau.

Tom Hanks var við Gold Coast í Avstralia fyri at taka upp ein film, tá tað varð staðfest, at hann var smittaður við covid-19.

Wilson hevði hildið konsertir í Sydney og Brisbane beint áðrenn tað var staðfest, at hon var smittuberi.

Myndugleikarnir í Avstralia hava kannað hvørjum hjúnini hava verið saman við, og sum kunnu vera smittað.

Sambært Hollywood-miðlinum, Deadline, er Tom Hanks í Avstralia fyri at taka upp ein film um Elvis Presley fyri Warner Brothers. Leikstjóri er Baz Luhrmanns. Í filminum spælir Tom Hanks leiklutin sum Tom Parker, sum í nógv ár var manager hjá Elvis.

Les eisini: Tom Hanks og konan smittað við korona 

Amerikanski sjónleikarin er serliga kendur fyri sínar høvuðsleiklutir í filmunum "Forrest Gump", "Saving Private Ryan" og "Cast Away".

Konan, Rita Wilson, er eisini sjónleikari, og hevur eitt nú spælt við í HBO-sendirøðini ”Girls” og í filmunum "Runaway Bride" og "Sleepless in Seattle", har Tom Hanks eisini spældi við. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder