Corona-virus hevur nú rakt hámetta amerikanska sjónleikaran, Tom Hanks og konu hansara Ritu Wilson.
BBC skrivar, at hjúnini hava fingið staðfest smittuna í Avstralia.
Tom Hanks skrivaði á Instagram, at tey kendu seg ússalig og fóru tí til ein lækna í Queensland, og har varð staðfest, at tey eru smittað við corona virus. Tom Hanks og Rita Wilson eru bæði 63 ára gomul.
Tey eru í Avstralia í sambandi við at Tom Hanks arbeiðir við einum filmi um Elvis Presley.
Hanks skrivar soleiðis á Instagram: ”Vit kendu møði á okkum, eins og høvdu vit fingið krím. Kendu eisini pínu í kroppinum og merktu eitt sindur av fepuri. Fyri at gera tað rætta, sum krevst í heiminum í hesum tíðum, lótu vit okkum testa fyri coronavirus, og tað var staðfest, at vit bæði vóru smittað”.
Tey eru nú farin í sóttarhald.
”Vit bæði verða kannað og sita avbyrgd so leingi sum tað verður kravt av okkum. Vit taka ein dag í senn”, skrivar Hanks, sum eitt nú hevur vunnið Oscar-virðislønir fyri sínar leiklutir í filmunum ”Forest Gump” og ”Saving Private Ryan”.
Filmsframleiðslufelagið Warner Bros sigur, at tey nú taka øll neyðug stig til tess at forða fyri at fleiri verða smittað. Avstralskir miðlar skriva, at upptøkurnar til filmin, sum avstaliumaðurin Baz Luhrmann stendur fyri, fyribils eru støðgaðar.
Rita Wilson, sangari og sjónleikari, hevur hesar seinastu vikurnar havt konsertir í Emporium Hotel í Brisbane og í operahúsinum í Sydney.
Í Avstralia hava tey staðfest 130 fólk við corona-smittu, skrivar BBC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald