Eftir at hava ferðast og búleikast í fleiri av heitastu knútapunktunum á klótuni so sum Jerusalem og Cairo, Nepal og Iraq, hevur hesin tilkomni unglingurin nú leitað sær til kaldari støð og hevur fyri eina tíð í hvussu er fest rót á grønlendska innlandsísinum, har hann heldur runda føðingardagin saman við síni kæru konu Maju.
Við hesi møguligu síðstu ævintýrferðini til seinasta partin av Ríkinum, hava tey bæði sett sær fyri at uppliva mótsetningin til undanfarnu ferðirnar til heitaru og minni friðaligu økini í heiminum í Miðeystri.
At skula skriva nøkur jalig føðingardagsorð til mín góða vinmann Tommy burdi verið nemmasta sak av verðini, tí hann hevur upplivað so nógv, og tí hann er nakað fyri seg. Hvar enn vit leita, so finst einki kopi av hesum djarva og miðvísa danskfødda føroyinginum. Hann er og verður ein einari. Jaligur, vinsælur, blíður og smílandi og ikki minst engageraður í øllum tí hann tekst við.
Hóast Tommy kanska millum manna er mest kendur fyri sítt arbeiði uttan fyri landoddarnar, har hann nú í mong ár hevur tikist við hjálpar- og menningararbeiði av ymsum slag, so hevur hann í Føroyum havt eitt fjølbroytt og spennandi arbeiðslív. Hann kom ungur úr Danmark til Føroya at arbeiða fyrst sum sosialráðgevi. Fekk síðani eina útbúgving sum løgfrøðingur og var eitt skifti stjóri á Almannastovuni. Harvið kom hann at hava tætt samband við nógv fólk, ið høvdu tørv á hjálp.
Av øðrum arbeiðsuppgávum kunnu nevnast, at hann kom at hava tilknýti til ymsar vinnur, eitt nú alivinnuna, skipavinnuna og oljuvinnuna m.a. sum fulltrúi í Vinnumálaráðnum og sum stjóri í Sjóvinnustýrinum. Seinasta arbeiðsplássið er so í grønlendska høvuðsstaðnum, har hann nú sum partur av ráevnisfyrisitingini roynir at útvega Grønlandi nýggjar loyvishavarar til leitan eftir og útvinnan av ráevnum av ymsum slag. Sum skilst gongur leiðin heimaftur á klettarnar um eitt ár ella so. Tá verður helst punktum sett fyri nýggjum og avbjóðandi arbeiðsferðum í onnur lond, men neyvan fer tað at sløkkja trongdina at uppliva aðrar partar av heiminum sum vanligur ferðamaður.
Tommy hevur altíð verið kendur fyri sítt opna og lætta sinni og sítt ”gåpåmod”. Hann hevur tikið við nýggjum uppgávum við lív og sál, og seinastu setuna í Vinnumálaráðnum í Tinganesi hevur hann roynt kappast við sjálvan landsstýrismannin um at vera fyrstur til arbeiðis. Hvussu oftani hava vit ikki møtt hesum spelkna og fótfima manni til gongu til og frá arbeiði. Eftir lokna arbeiðsviku við eini Advocat-sirutt í munnklivanum og nýggjastu útgávuni av Weekendavisen undir arminum!
Tommy er eisini kendur sum ein av trúgvu stuðlunum hjá HB og sæst hann tí eisini hvønn leygardag til gongu kring høvuðsstaðin saman við øðrum HB-stuðlum eins og til gongutúrar í fjøllunum kring landið.
Vit, sum hava verið so heppin at kenna Tommy, kunnu bara siga, at hann er sera lættur at samskifta við og altíð góður í ráðum. Hann er ikki bangin fyri at siga sína meining, sum byggir á stóra vitan og royndir. Hansara analytisku evni eru eisini nakað fyri seg, og tí er tað altíð gevandi at skifta orð við hann um bæði heimlig og uttanlands viðurskifti. Tommy hevur eisini góðu og týðandi evnini at lurta og koma við skilagóðum svarum og loysnum uppá torgreidd mál. Tað hoyrir tó eisini til hansara lyndi, at hann kann vera sera skjótur við ”avtrekkjaranum”, tá hann heldur, at okkurt ikki júst er eftir hansara høvdi, ella málið hevur fingið órættvísa og skeiva viðgerð. Tá kann hann ”langa” nevan í borðið og siga sína hjartans meining.
Tað man vera fáum unt at kunna brúka stóran part av sínum vaksnamanna lívi at hava høvi til at arbeiða í fjarskotnum londum í langa tíð. Hvussu mong av okkum høvdu torað hetta at taka ár úr heimliga kalendaranum og seta kós móti ókendum og nýggjum farleiðum? Mong munnu øvunda Tommy hetta hansara dirvi og stóra áhuga og drívmegi til at leita til fremmand lond – ikki í vikur men í fleiri ár – fyri at vera partur av einum týðandi og gevandi menningararbeiði til frama fyri tilafturskomin fólk og øki, umframt at kunna uppliva onnur fólk og teirra mentanir. Gjøgnum danska hjálpar- og menningarfelagsskapin Danida hevur Tommy tískil brúkt ein stóran part av lívi sínum saman við sínum næstu, til at lætta um og betra um gerandisdagin hjá fólki í fjarskotnum herðashornum so sum Nepal, Iraq, Egyptalandi og Palestina.
Tommy hevur so eisini verið sera opin fyri at geva føroyingum heima lut í sínum upplivingum og vitan eitt nú úr Miðeystri. Tað munnu t.d. vera fáir føroyingar sum í samfull tvey ár hava arbeitt og livað saman við palestinum og ísraelum í Ramallah og Eystur Jerusalem. Vitandi at sterk bond eru millum nógvar føroyingar og Ísreal, so hevur Tommy dugað væl at lýst truplu støðuna í hesum partinum av heiminum – frá fleiri síðum. Hann hevur við hesum verið við til at lata upp eyguni hjá føroyingum fyri brennideplum úti í verð og byggja brýr millum Føroyar og hesi pláss. Eitt nú hava dyrnar í nýggju heimunum hjá Tommy og Maju altíð staðið opnar fyri vinum og kenningum, sum løgdu leiðina framvið.
Vit vilja við hesum orðum ynskja tær Tommy hjartaliga tillukku við degnum. Vónandi fer tú framhaldandi at vera eins livandi og jaligur komandi árini og harvið vera við til at gera okkara land og ikki minst okkara høvuðsstað til nakað av tí besta í verðini. Tommy fer at halda føðingardagin á Cuba seinni í ár saman við sínum børnum Janusi, Lív og Gyðju og teirra familjum.
Teldupostadressan hjá Tommy er henda: [email protected]
Vinur tín Jan Müller
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald