Mentan

Tónleikainnrás í Eysturskúlanum í morgin

Havnar Hornorkestur skipar fyri musikkstevnu, ið er tann 57. í røðini. Hetta er hæddarpunktið hjá øllum blásarum, og ellivu orkestur luttaka. Byrjað verður klokkan 14

Spælararnir, ungir sum eldri, spenna seg út til dýrabiðidag. Tað er her, tað skal vísa seg, hvør dugur er í teimum. Hetta er dagurin hjá hornorkestrum og harmoniorkestrum. Havnar Hornorkestur sæst her

Spælararnir, ungir sum eldri, spenna seg út til dýrabiðidag. Tað er her, tað skal vísa seg, hvør dugur er í teimum. Hetta er dagurin hjá hornorkestrum og harmoniorkestrum. Havnar Hornorkestur sæst her

2023-05-04 17:09 Author image
Havnar Hornorkestur
placeholder

Dýrabiðidag verður innrás av tónleikarum í Havn, tá trýhundrað tónleikarar stevna til árligu musikkstevnuna, sum verður hildin í Eysturskúlanum í Havn. 

Tað er Havnar Hornorkestur, sum í ár fyllir 120 ár, ið skipar fyri musikkstevnuni. Henda musikkstevnan er tann 57. í røðini.

Fyrsta musikkstevnan varð hildin í Vestmanna í 1966. Fyriskipararnir tá høvdu neyvan droymt um, at musikkstevnan skuldi fáa so góða undirtøku, sum hon hevur fingið gjøgnum árini. Í dag er musikkstevnan hæddarpunktið hjá øllum blásarum. Tað er á musikkstevnuni, at spælarar hittast fyri at røkja vinarløg, savnast um tónleikin og ikki minst at hoyra framgongdina hjá hvørjum øðrum. 

Spælararnir, ungir sum eldri, spenna seg út til dýrabiðidag. Tað er her, tað skal vísa seg, hvør dugur er í teimum. Hetta er dagurin hjá hornorkestrum og harmoniorkestrum. Hóast musikkstevnan ikki er skipað sum kapping, so hava orkestrini vant til musikkstevnuna, sum tað var ein steypafinala á Tórsvølli. 

Musikkstevnan verður sum áður sagt hildin í Eysturskúlanum, sum er væl egnaður til at hýsa stóra talið av orkestrum, spælarum og ikki minst áhoyrarum. Í ár eru ikki minni enn 11 orkestur, sum luttaka.

[object Object]Hvørt orkestur hevur 15 minuttir at framføra sína skrá. Tá øll orkestrini hava spælt, trína allir spælarnir inn á pallin til ta stóru finaluna, sum er at spæla tvey løg saman

Elsta orkestrið er Havnar Hornorkestur, og størsta orkestrið er GHM. Musikkstevnan hevur ein stóran týdning fyri menningina av orkestrunum. Tað hevur verið ein støðug menning øll árini orkesturstevnurnar hava verið, og er tað ikki minst orkesturstevnunum fyri at takka.

Leisturin fyri musikkstevnuni er tann sami sum altíð. Hvørt orkestur hevur 15 minuttir at framføra sína skrá. Tá øll orkestrini hava spælt, trína allir spælarnir inn á pallin til ta stóru finaluna, sum er at spæla tvey løg saman. Tað eina er lagið "Stevna", sum Olaf Ellingsgaard úr Havnar Hornorkestri hevur skrivað, og so er tað afturvendandi lagið “Our Director”, sum hvørt mansbarn í Føroyum kennir.

Frásøgumaðurin í ár er kendi útvarpsmaðurin Kári Olsen, sum fyrr í ár var heiðraður sum heiðurslimur í Havnar Hornorkestri. 

Musikkstevnan verður í Eysturskúlanum í morgin, fríggjadagin 5. mai. Byrjað verður klokkan 14, tá borgarstjórin í Tórshavnar kommunu setur stevnuna.

Havnar Hornorkestur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder