Innanlands

Tónleikavinnan sera hart rakt

- Mentamálaráðið skal ikki virka sum læknaligur myndugleiki. Teirra øki er mentan og ikki smittufyribyrging, sigur Niels Uni Dam

Niels Uni Dam (Mynd: Jens Kr. Vang)

Niels Uni Dam (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-11-21 08:01 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

- Vit hava nógv støð, har tú kanst hava fleiri hundrað fólk savnaði í tryggari frástøðu. Men talið 100, sum bleiv ásett í mai, er vorið eitt mantra, óansæð um talan er um eina stóra høll ella eitt lítið spælistað. Loyvdi tú eitt nú 400 fólkum inn, har umstøðurnar loyvdu tí, so kundi rakstur aftur fingist í tónleikin. Tað ber snøgt sagt ikki til við 100 fólkum. Ein loysn, ið mælt verður til, er at býta áhoyrarnar upp í økir við 100 fólkum í hvørjari við egnari inngongd, barr og egnum toilettum. Hetta krevur so ómetaliga nógv fleiri starvsfólk, at tað rætt og slætt ikki ber til.

Tað sigur Niels Uni Dam við Blaðið Vikuskifti, sum í nýggjastu útgávuni setur sjóneykuna á tónleikavinnuna, sum er rakt av koronakreppuni.

Niels Uni Dam saknar, at Mentamáláráðið gevst at virka sum læknaligur myndugleiki og ístaðin tekur sær av mentanini. Tað vil siga skapar loysnir, ið taka støði í, at teirra øki er mentan og ikki smittufyribyrging.

Loysnirnar, ið gjørdar verða, tykjast ikki at taka støði í, at útinnandi mentanin skal yvirliva.

Les alla greinina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti, sum er nýggja blaðið hjá Portalinum, og sum kemur út hvønn leygarmorgun klokkan 7.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder