Innanlands

Tony Weyhe nýggjur stjóri í MBM

Hann byrjar í starvinum 1. januar

Tony Weyhe (Mynd: Hilmar Jan Hansen / KvF)

Tony Weyhe (Mynd: Hilmar Jan Hansen / KvF)

2024-12-06 11:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Meginfelag Búnaðarmanna hevur sett nýggjan stjóra. Talan er um kollfirðingin Tony Weyhe, sum frammanundan hevur arbeitt sum virkisleiðari í MBM.

Tony Weyhe byrjar í starvinum 1. januar 2025.

Stjórin síðan 2012, Hákun Steingrímsson, var koyrdur frá um miðjan november. 

- Felagsstevið sum var, er ikki meir og tí fer felagið nú at leita eftir nýggjum stjóra, stóð í fráboðanini frá nevndini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder