Mentan

Topgunn á OY Voxbotn

Oliver Gammelgård er maðurin handan kunstnaranavnið Topgunn, og er hann eitt kent navn í danska tónleikaheiminum – Hann verður at hoyra á OY Voxbotn í juni

2022-11-28 11:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hann hevur tikið skamtalop í danska tónleikahválvinum, megnar at endurnýggjar seg ferð eftir ferð, og nú er hann klárur til OY Voxbotn. Rímsmiðurin, ið hevur framført á óteljandi konsertum og festivalum, TOPGUNN kemur á Vágsbotn 2023.

Oliver Gammelgård er maðurin handan kunstnaranavnið Topgunn, og er hann eitt kent navn í danska tónleikaheiminum. Sum livetónleikari er hann sera eksplosivur og kann fáa sjálvt tann størsta kritikkarin at nikka við høvdinum, tá hann framførir síni dancehall, pop og rappløg.

Vit kunnu gleða okkum, tí Topgunn hevur hópin av hittum í sjáttuni. Millum hesi eru eitt nú Kongens Have, Tilbud, 6 Liter, Nik & Jay og lagið Lågsus For Evigt, ið hann hevur framleitt saman við Spektors og Tessa.

Framanundan er greitt, at eisini skotski Nathan Evens fer at seta lív í fjøldina í Vágsbotni, og í næstum verða nógv fleiri nøvn kunngjørd, tí Voxbotn 2023 verður heili tveir dagar.

Atgongumerki fáast hjá Effo kring landið, í Power í SMS, Kunningarstovuni í Steinatúni og á www.ebillett.fo.

OY Voxbotn 2023 í samstarvi við SMS, Atlantic Airways, OY, BankNordik, Posta, Eta, Burger King, Effo, Coca Cola og Nema.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder