Uttanlands

Toran brend í Stockholm leygardagin

Ein maður hevur fingið loyvi at seta eld á heilagu bókina hjá jødum frammanfyri ísraelsku sendistovuni um vikuskiftið

Tað hevur skapt øsing í muslimsku londunum, at fólk hava fingið loyvi at brenna koranir í Svøríki (Mynd: EPA)

Tað hevur skapt øsing í muslimsku londunum, at fólk hava fingið loyvi at brenna koranir í Svøríki (Mynd: EPA)

2023-07-14 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Svenska løgreglan hevur givið loyvi til, at ein persónur kann brenna heilagu bókina hjá jødum, Toran, frammanfyri ísraelsku sendistovuni í Stockholm leygardagin.

Talan er um ein mann í 30unum, sum ynskir at brenna heilagu bókina hjá jødum sum aftursvar til koranbrenningarnar, sum hava verið í Svøríki.

Sambært DR verður hetta triðju ferð í ár, at ein heilag bók verður brend í Svøríki.

Seinast hetta hendi var síðst í juni, tá ein koran varð brend frammanfyri einari mosku í svenska høvuðsstaðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder