Mentan

Tórfinnur hevur fleiri filmsætlanir í gongd

Umframt framhald av Trom, verður arbeitt við tveimum filmum og trimum øðrum røðum, skrivar altjóða filmsmiðil

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-05-24 15:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Maðurin handan føroysku sjónvarpsrøðina Trom, Torfinnur Jákupsson úr Gøtu, arbeiðir framvegis íðin fyri at seta Føroyar á heimskortið, tá tað snýr seg um framleiðslu av filmum og sjónvarpsrøðum.

Hetta avdúkar hann í samrøðu við amerikanska miðilin deadline.com.

Torfinnur Jákupsson hevur við felagi sínum, Gró Studios, fleiri ætlanir í gongd, bæði í Føroyum, Bretlandi og USA, sum møguliga kunnu føra til størri filmframleiðslur.

Áhugi fyri Føroyum

Tað, at Føroyar hava givið bakgrundsmyndir til tvær stórar framleiðslur í seinastuni – James Bond-filmin “No Time to Die” og Disney+ framleiðsluna “Peter Pan & Wendy” hevur, saman við betraðu skattaafturberingini, hjálpt til við at gera Føroyar áhugaverdar fyri filmsframleiðarar, skrivar deadline.com.

- Fólk vísa seg alt meira áhugað í at hava Føroyar við í framleiðslunum, fái eg at vita frá fólki, sum eg tosi við til marknaðir og festivalar. Trom hevur givið okkum góða eksponering. Vit eru framvegis ein nýggjur og lítil marknaður, men hann veksur skjótt, og vit hava nógv talent í vinnuni, sigur Torfinnur Jákupsson í smrøðuni við deadline.com. Miðilin, sum einamest viðgerð film og sjónvarpsframleiðslur, gjørdi samrøðu við føroyska filmsrithøvundin og -framleiðaran undan Cannes filmsfestivalinum.

Tað eru ikki einans føroyskar verkætlanir, sum Torfinnur og Gró Studios arbeiða við. Hann arbeiðir eisini við einum amerikansk/bretskum krimidrama um ein falsara í Liverpool, bygt á arbeiðið hjá einum amerikanskum rithøvunda. Hóast amerikanski marknaðurin stendur í stað í løtuni vegna rithøvundaverkfall, so arbeiðir Torfinnur Jákupsson íðin við at finna fólk og íleggjar í Bretlandi, sum kunnu vera við í hesi ætlanini.

Harafturat eru hugskot um tvær søgur við altjóða sniði, sum ganga fyri seg í Føroyum. Onnurn er rótfest í tí veruleikanum, at Føroyar geopolitiskt kunnu gerast ein avgerandi partur í at tryggja stabilitetin í Norðuratlantshavi og Arktis. Hin er eitt sokallað juridiskt drama um fíggjarligt skrædl, hópfráflyting og loysing frá danska ríkinum (helst bygt upp á skaldsøguna “Vit, Føroya fólk” hjá Bjørk Mariu Kunoy, -red.)

Ein western og Trom II

Harafturat kemur ætlan um tveir spælifilmar. Ein sokallaður neo-western, sum gongur fyri seg í Føroyum og ein spenningsfilmur, sum gongur fyri seg í Danmark.

Sambært Torfinni Jákupssyni er ymist, hvussu langt hesar verkætlanirnar eru komnar, tá tað snýr seg um at finna fram til fígging og annað, ið krevst fyri at kunna fara í gongd.

Endiliga er tað so annað umfar av røðini Trom um Hannis Martinsson og hansara upplivingar, ið byggja á skaldsøgurnar hjá Jógvani Isaksen. Hesar ætlanirnar hava verið nakað raktar av ósemju millum donsk fakfeløg innan filmsídnaðin og stoymingartænasturnar.

Deadline.com gav annars Trom góð viðmæli í fjør, og hevði hevði sendirøðina Trom sum eina av sjey “Global Dramas to Watsh” í 2022.  

Vónirnar hjá føroyska filmsíverksetanum er, at kunna hava tríggjar til fimm filmsframleiðslur í gongd árliga í framtíðini. Fyrimyndirnar eru Írland og Ísland, sum hava vaksið seg stór, tá tað kemur til filmsframleiðslur.

Les greinina á deadline.com 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder