Innanlands

Trupult at sleppa av við grindina

Fá fólk vóru við í drápinum í Leynum í morgun, og tað verður umleið eitt skinn í part. Seðlarnir koma út í Kvívík klokkan 17. Onnur sum ynskja grind, eru vælkomin at ringja til kommununa, sigur sýslumaðurin

2021-09-01 15:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað vísir seg at vera trupult at sleppa av við grindina, sum í morgun legði beinini í Leynum.

57 hvalir vóru dripnir. Ikki nógv fólk vóru við í drápinum, tí bara 146 drápspartar eru, og teir verða umleið eitt skinn.

- Eg havi roynt at ringt til aðrar kommunur, men tað er lítil áhugi at taka ímóti grind. So vit hava fingið Havnina at tikið nakað, segði Finnbogi Midjord, sýslumaður, við útvarpið fyri løtu síðani.

Hann dugdi ikki at siga júst hvat verður gjørt í Havn.

Finnbogi Midjord sigur, at fólk sum mangla grind, eru vælkomin at ringja til Kvívíkar kommunu og skriva seg upp.

Seðlarnir koma út á keiini í Kvívík klokkan 17.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder