Fyrst á pallin á Kristfest, sum verður í Nesvík í apríl, er Tórfríð Tavsen. Boða fyriskiparar av festivalinum frá í tíðindaskrivi.
– Sørvágskvinnan við tí hjartaligu og kenslubornu røddini er ein sera virkin og roynd songkvinna. Hon bæði syngur, skrivar orð og løg og skipar fyri konsertum.
Songleiðin hjá Tórfríð byrjaði sum smágenta, tá hon sang við barnakóri í Sørvági. Síðani hevur hon sungið við ymiskum bólkum, og eftir at hon kom heim aftur úr bíbliuskula í Noregi, byrjaði hon av álvara at skriva og syngja.
Tórfríð hevur givið fleiri stakløg út, eitt nú jólalagið “Stórsta gávan” “Fevn meg” og nú fyri stuttum kom lagið “Kvinnan í svørtum” út.
– Tórfríð er ein framúr solistur, men hon hevur eisini framført saman við fleiri av fremstu sangarum og tónleikarum í landinum.
– Ørindi, sum Tórfríð fekk frá presti, tá hon var fermd, var úr Sálma 104,33: ”Eg um Harran vil syngja so leingi sum eg livi, mínum Gudi prísa so leingi eg eri til”. Hetta ørindi hóskar stak væl til Tórfríð, tí sangur og at lovsyngja Gudi hevur altíð fylt nógv í lívinum hjá henni og ger tað enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald