
Orsakað av arbeiðnum í Havnará, verður Tórsfest í ár flutt oman á Vágsbotn. Hetta er eingin smeitur, tí eftir eitt sera væl eydnað og útselt Voxbotn 2023, liggur væl fyri, at endurtaka systra-tiltakið.
Tórsfest er gamla Ólavsøkukonsertin, sum fyrstuferð varð fyriskipað úti á Skansanum í 1986. Síðan 2012 hevur Tórshavnar Ítróttarráð fyriskipað Ólavsøkukonsertina, og í 2014 broytti konsertin navn til Tórsfest, og flutti samstundis á Vaglið í Havn.
Skráin er á tremur við góðum tónleikarum, heimstjørnum og lokalum stjørnum, og fyrireikarirnir eru sera spentir til at skapa eina rimmar veitslu og tónleikauppliving, síðsta leygarkvøldið fyri ólavsøku, 22. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald