Tórsfest er gamla Ólavsøkukonsertin, sum fyrstuferð varð fyriskipað úti á Skansanum í 1986. Síðan 2012 hevur Tórshavnar ítróttarráð fyriskipað Ólavsøkukonsertina, og í 2014 broytti konsertin navn til Tórsfest, og flutti samstundis niðan á Vaglið í Havn.
Skráin er á tremur við góðum tónleikarum, heimstjørnum og lokalum stjørnum, og fyrireikarirnir eru sera spentir til at skapa eina rimmar veitslu og tónleikauppliving, síðsta leygarkvøldið fyri ólavsøku - 22. juli.
Forsølan til ársins Tórsfest byrjar hósdagin 16. mars á middegi.
Mánadagin 20. mars verður fyrsta stóra útlendska navnið avdúkað og er tað nógv at gleða seg til, siga fyrireikarirnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald