Mentan

Tórshavnar Big Band framførir Count Basie í Løkshøll

Komandi mikukvøld 18. oktober kl. 19, verður ein fagnaðarkonsert, har Tórshavnar Big Band fagnar navnframu jazzhetjuni Count Basie

2023-10-14 12:00 Author image
Innsent
placeholder

Tórshavnar Big Band sá dagsins ljós í árinum 1972 sum tað fyrsta big bandið í Føroyum nakrantíð. Saksofonleikarin og tónleikalærarin Brandur Øssursson setti orkestrið á stovn.

Tórshavnar Big Band var í fleiri ár húsorkestur í V4 sendingunum, ið m.a. vórðu sendar beinleiðis úr auluni á Føroya Læraraskúla í 70’unum. Tá Skansastova í 1988 varð tikin í nýslu sum undirvísingarstað í rútmiskum tónleiki hjá Tórshavnar Musikkskúla, bleiv Skansastova av sær sjálvum nýggi heimstaðurin hjá Tórshavnar Big Bandi. Tey árini, ið Tórshavnar Jazz, Fólka- og Blues Festival var til (1984-2003), gjørdist orkestrið sera virkið, oftast við egnari skrá ella sum húsorkestur, tá útlendskir solistar komu til festivalin. Hesin festivalur gjørdist karmur um nógv stór big band átøk, og Tórshavnar Big Band var ofta partur av skránni.

Nakrir av solistunum og dirigentunum, ið hava vitjað Tórshavnar Big Band eru Dirch Passer, Tor Ytredal, Jens Klyver, Eero Koivistoinen, Jesper Thilo, Butch Lacy, Bjarne Tanning , John Højbye o.fl. Orkestrið hevur givið út tvær útgávur við føroyskum tilfari. Fyrsta kom í 2010 og seinna kom í 2023.

Tórshavnar Big Band er í dag eitt yrkisorkestur at meta við Føroya Symfoniorkestur. Orkestrið telur áleið 25 tónleikarar. Síðani 2010 hevur orkestrið havt regluligt árliga og hevði 50 ára hátíðarkonsert í fjør.

Undir leiðslu av íslendska saksofonistinum og dirigentinum Sigurði Flosasyni, ber til at njóta eina fantastiska stund við tónleiki og samstundis fáa innlit í týdningin, sum Count Basie hevði á jazztónleik.

Count Basie, eisini kendur sum William "Count" Basie, var ein framúrskarandi amerikanskur klaverleikari og orkesturleiðari innan jazztónleikin. Hann varð føddur í 1904 og er serliga kendur fyri at hava stovnað og leitt The Count Basie Orchestra, sum enn framførir fyri útseldar konsertir um allan heim, fleiri enn 30 ár eftir deyða hansara. Orkestrið hevur vunnið eitt ótal av virðislønum, millum aðrar 18 Grammy Awards og hevur framført fyri um allan heim.

Tað kemst ikki undan, at Basie hevur havt stóra ávirkan á jazzsøguna. Hann hevur arbeitt og framført við stórum nøvnum so sum Frank Sinatra, Lester Young, Billie Holiday og Frank Foster. Basie doyði í 1984, men tónleikurin og hansara ávirkan livur víðari í dag.

Gestasangari James Olsen fer eisini at lána sína rødd til útvald løg og geva fólki eitt ógloymandi kvøld fylt við klassiskum løgum so sum "Fly me to the Moon," "Good Morning Blues," "Every Day I have the Blues" og nógv ønnur.

Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder