
Tørvurin á bústøðum er stórur í høvuðsstaðarkommununi, og tí bjóðar Tórshavnar kommunu nú út eitt grundøki á Miðhorn til at gera leiguíbúðir, umframt eitt grundøki til útskykking til sethús ella raðhús.
Talan er um 7000 m2 á matr. nr. 1160a til at stykkja út til sethús ella raðhús og aðrar 5700 m2 til at byggja og umsita leiguíbúðir.
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
Økið Miðhorn liggur millum býlingin á Norðasta Horni, við sethúsum og býlingin Millum Horna, við íbúðum og sethúsum.
Útsykkingin á Miðhorn verður sostatt bindilið millum báðar býlingarnar. Tilboð skulu latast kommununi í seinasta lagi 4. desember. Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald