Innanlands

Tórshavnar kommuna eigur ongan skoytivøll

Seinastu trý árini er vøllurin leigaður úr Danmark, og hetta er nakað, sum hevur havt stóra fyrireiking, stórar trupulleikar og stórar útreiðslur við sær, sigur kommunan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-10-29 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú avgerð varð tikin um ikki at seta skoytivøll upp í Havn vetur, var beinanvegin áhugi frá øðrum at fáa fatur á vøllinum, sum Tórshavnar kommuna hevur brúkt seinastu trý árini. Men kommunan eigur ongan skoytivøll.

Seinastu trý árini er vøllurin leigaður úr Danmark og settur upp ymsastaðni í býnum, skrivar kommunan á heimasíðuna.

Hetta er nakað, sum hevur havt stóra fyrireiking, stórar trupulleikar og stórar útreiðslur við sær. Tað krevur nógv at gera lendið klárt og nógv fyrireiking og viðlíkahald skal til, og er raksturin hartil dýrur.

Hesin vøllur er eisini serliga viðkvæmur fyri veðri, og tað skal vera rættiliga kalt, fyri at fáa bestu nyttu burturúr, eins og vøllurin er viðkvæmur mótvegis regni. Tí er avgjørt at gera eina varandi loysn við einum nýggjum vølli, skrivar kommunan.

Les eisini: Eingin skoytibreyt í Havn í vetur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder