2020-04-05 11:48
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tórshavnar kommuna hevði ætlanir um at hava fundir við borgarar og onnur, ið vanliga eru í økinum kring Karlamagnusarbreyt í Hoyvík, men orsakað av koronasmittuni, varð hetta av ongum.
Í staðin hevur kommunan fyrireikað eina talgilda kanning, har ein kann siga sína hugsan um umstøðurnar á Karlamagnusarbreyt, og hvussu hesar kunnu betrast.
Sambært Kringvarpinum, arbeiðir kommunan við at skipa øki við Hoyvíkar kirkju og ítróttarøki við Hoyvíkshøll.
Til ber at gera viðmerkingar á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, og hetta hava fleiri enn 140 fólk longu gjørt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald