Landið er í gongd við at gera tað - ein hjálparpakki skal fyri Løgtingið nú seinnapartin - og nú fer størsta kommunan í landinum undir nøkur størri og smætti átøk, so at vinnulívið fær hjálp at halda hjólini koyrandi.
- Tað fyrsta, vit gera nú, er at gjalda allar rokningarnar, hóast freistin ikki er farin. Hetta fer at gera ein góðan mun og hjálpa einum parti av vinnuni við gjaldførinum. Veitarar, fyritøkur og flest allir partar av vinnuni hava avbjóðandi tíðir fyri framman, hvat ið umsetningi og gjaldføri viðvíkur.
Hetta sigur Annika Olsen við heimasíðuna hjá Tórshavnar Kommuna Í gjár heitti stjórnin á allar deildir og stovnar í kommununi um at avgreiða allar rokningar og fakturar so skjótt sum til ber.
Møguleiki er eisini fyri at geva vinnuni arbeiði, ið eftir ætlan skuldu fremjast seinni:
- Tað er eisini soleiðis, at kommunan kann framskunda smærri umvælingararbeiði, fyri at halda vinnuna koyrandi.
Fleiri átøk kunnu eisini væntast, sigur borgarstjórin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald