2020-05-04 17:14
Nú samfelagið letur stigvíst uppaftur, skulu foreldur helst fáa børnini í skúla í bili, á súkklu ella til gongu í staðin fyri at brúka bussin, boðar Tórshavnar kommuna frá á heimasíðuni.
Bussarnir koyra framvegis sum vant, men teir taka enn í mesta lagi níggju ferðafólk umframt bussførara. Hetta er galdandi, til onnur boð verða givin, sigur kommunan, sum eisini framvegis heitir á eldri fólk um ikki at brúka bussarnar.
Bussarnir verða sóttreinsaðir hvønn dag við serligum spritti, sum sóttreinsar alt í eina viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald