Innanlands

Tórshavnar kommuna: Nú sleppa ungdómar skjótt aftur til arbeiðis

Ungdómar í aldrinum millum 14 og 16 ár sleppa til arbeiðis í tvær vikur hvør

(Mynd: torshavn.fo)

(Mynd: torshavn.fo)

2020-05-16 15:10 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Tórshavnar kommuna skipar aftur í ár fyri tiltakinum “ung í arbeiði”, har ungdómar í aldrinum 14 til 16 ár sleppa at arbeiða í tvær vikur hvør. Kommuna bjóðar ungdóminum at gera smáar umvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annars fríðka um kommununa.  Hetta boðar kommunan frá á heimasíðu síni.

Ung í arbeiði verður í viku 27, 28, 29 og 30. Tey ungu leggja til brots mánadagin 22. juni og seinasti arbeiðsdagur verður fríggjadagin 17 juli.

Tilboði er galdandi fyri ungdómar í Tórshavnar kommunu. Tey ungu sleppa til arbeiðis í tvær vikur hvør, og arbeiðstíðin er seks tímar um dagin, frá klokkan 9 til 15, fimm dagar um vikuna.

Tilmeldingin letur upp týsdagin 19. mai klokkan 10.

Meira kann lesast um ung í arbeiði her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder