Innanlands

Tórshavnar kommuna: Øgiligur uppgangur við Tíggjará

Grótið máaði undan vegnum í fleiri støðum undir vegnum á Kalbaksvegnum um vikuskiftið. Sum er koyra bussar og bilar bara í ovaru síðu í økinum

Uppgangurin hevur gjørt skaða á vegin (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Uppgangurin hevur gjørt skaða á vegin (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2020-03-03 19:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í støðum var tað so ringt, at tað bara var asfalt, sum hekk í leysum lofti, skrivar Tórshavnar kommuna.

[object Object]
Bogi Jacobsen, nýggjur tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu, kannar skaðan saman við borgarstjórnanum (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Tað var sera ringt veður kring landið um vikuskiftið, og við Tíggjará á Kaldbaksvegnum var øgiligur uppgangur um vikuskiftið. Hetta førdi til at grótið máaði undan vegnum í fleiri støðum.

Fólk frá Tórshavnar kommunu hava verið á staðnum og kannað skaðan. Í løtuni koyra bussar og bilar bert í ovaru síðu av vegnum.

Talan er um landsveg, so tað verður Landsverk, sum kemur at umvæla skaðan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder