2020-02-28 15:22
Nakað av kjakið hevur verið um ætlaðu byggingina av íbúðum á Argjaboða. Orsaka av ásetingunum í økinum var neyðugt við serstakari byggisamtykt fyri at fáa byggiloyvi. Ein slík varð í gjárkvøldið samtykt av meirilutanum í býráðnum.
Harvið kann Tórshavnar kommuna skjótt fara í gongd at lata 27 íbúðir byggja umframt á Argjaboða.
Eisini skal felagshús byggjast. Tóshavnar kommuna skrivar, at dagføringin av vegnum, tekniskum leiðingum og ferðsluviðurskiftunum er løgd fyri teknisku nevnd sum serstakt mál. Ástaðarfundur var eisini í vikuni um vegin, har umsitingin legði fram ferðslugrannskoðan, støðulýsing av vegnum og niðurstøðuna frá ferðslunevndini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald