Innanlands

Tórshavnar kommuna tekur eitt stig afturat á grønu kósini

Tríggir nýggir elbilar eru útvegaðir. Kommunan hevur nú átta elbilar tilsamans

(Mynd: Tóshavnar kommuna)

(Mynd: Tóshavnar kommuna)

2020-03-03 14:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tórshavnar kommuna hevur lagt eina ætlan á grøna økinum, og væntar at frá nýggju trimum bilunum verður CO2-útlátið áleið tvey tons minni um árið.

Orkunýtslan hjá hesum bilinum er bert ein triðing, samanborið við bensinbilar, og CO2-útlátið er 58 prosent minni, skrivar Tórshavnar Kommuna 
 
Tórshavnar kommuna hevur nú 8 elbilar, umframt 3 hybrid-bilar av ymsum bilmerkjum. Teir tríggir nýggju bilarnir koyra sera langt uppá eina løðing, VW Golf koyrir 231 km (36 kWh), Renault Zoe koyrir 390 km (52 kWh), og Kia Soul koyrir 452 (64 kWh).

Bilarnir vóru royndarkoyrdir í gjár. Bilarnir koyrdu leið 100 km styttri uppá løðingina enn uppgivnu tølini, ið passa betri um summarið.

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder