Á býráðsfundinum í annaðkvøld skal Tórshavnar kommuna taka støðu til eitt uppskot frá Fíggjarnevndini, sum snýr seg um, at foreldur í kommununi, sum hava børn á dagstovnum, ikki skulu gjalda foreldragjald fyri mai.
Hetta skrivar Kringvarpið.
Tað hevur verið frammi, at Tórhavnar kommuna ætlar at viðgera gjaldið fyri mars og apríl, nú dagstovnavirksemi hevur verið so nógv skert í hesum tíðarskeiðinum. Men foreldragjaldið fyri mars og apríl er goldið, og hetta kann helst verða ein háttur at endurgjalda, uttan at rinda pening aftur fyri tann mánaðin, har dagstovnarnir meira ella minni vóru stongdir.
Frá 16. mars til og 17. apríl var bert neyðansing á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu og aðrastaðni í landinum.
Tað fer at kosta Tórshavnar kommunu 2,8 milliónir krónur ikki at krevja foreldragjaldið fyri mai, skrivar Kingvarpið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald