Tilhaldið í Tórsgøtu, tilhaldið í Kollafirði og tilhaldið í Nólsoy verða stongd. Hetta eru tilhald, har fleiri eldri savnast til ítriv, venjing og hugna nakrar ferðir um vikuna. Tilhaldini eru stongd í 14 dagar.
Heilsu- og umsorganartænastan hevur fleiri venjingartilboð til eldri, bæði størri og minni lið. Tey størru venjingarliðini verða avlýst komandi 14 dagarnar. Tað merkir, at venjingarliðið í Badmintonhøllini verður avlýst. Hetta er eisini galdandi fyri liðið, sum venur í Kollafirði.
Opengym, sum Heilsu- og umsorganartænastan stendur fyri, og sum eru venjingar fyri eldri í BURN, verður somuleiðis avlýst næstu 14 dagarnar.
Annað virksemi í Heilsu- og umsorganartænastuni verður tillagað, soleiðis at ikki ov nógv fólk eru savnað á sama stað.
Heilsumálaráðið broytti fríggjadagin sínar tilráðingar um, hvussu coronasmittan kann fyribyrgjast. Ráðið mælir til, at tiltøk við 500 luttakarum ella meira verða avlýst. Harafturat bleiv mælt til at hava serligt umhugsni, tá ið talan er um tiltøk, har nógv eldri fólk savnast.
Heilsu- og umsorganartænastan fylgir gongdini neyvt og er til reiðar at tillaga virksemið og mannagongdir, um heilsumyndugleikarnir koma við nýggjum tilmælum.
– Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald