Innanlands

Tórshavnar kommuna: Virksemispakki frá býráðnum til vinnuna

11 mál eru á skrá til býráðsfundin mánadagin – talan er um mál, sum øll skulu skapa virksemi í kommununi beinanvegin

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-04-04 09:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú samfelagið er í undantaksstøðu, vil Tórshavnar býráð gera sítt til, at hjólini mala víðari. Býráðsfundur verður mánakvøldið, har býráðið fer at viðgera ein virksemispakka til vinnulívið.

11 mál eru á skrá til býráðsfundin. Talan er um mál, sum øll skulu skapa virksemi í kommununi beinanvegin, nú búskaparferðin í Føroyum er minkað munandi vegna koronasmittuna, skrivar Tórshavnar kommuna.

Millum málini á skrá er ein játtan til fótbóltsvøllirnar í Gundadali. Talan er um 5 mió. krónur, sum verða framskundaðar.

Íløgur verða eisini gjørdar í lendisgøtur, og so verða 5 mió. krónur eisini játtaðar til orkusparandi tiltøk í kommunalum bygningum.

Umframt framskundaðar íløgur verða ymiskar størri umvælingar framskundaðar. Støða skal eisini takast til nøkur byggiloyvi og nýggja avtalu um Visit Nólsoy. Afturat hesum eru størri umvælingararbeiði á dagstovnum, frítíðarskúlum og skúlum longu sett í verk.

Býráðsfundurin byrjar klokkan 19.30 mánakvøldið 6. apríl, og øll kunnu fylgja við á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, har fundurin verður stroymdur.

Skrá fyri býráðsfundin sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder