Eitt elektronisk brek er orsøkin til, at luftkoddarnir – airbags – á fleiri milliónum bilum av merkinum Toyota ikki virka sum teir skulu.
Toyota boðaði í gjárkvøldið frá, at bilaframleiðarin nú kallar 3,4 milliónir bilar inn orsaka av hesum álvarsliga breki.
Brek í teknisku útgerðini kann vera orsøk til, at luftkoddarnir ikki blásast upp í sambandi við ferðsluóhapp.
Afturkallanin er galdandi fyri 2,9 milliónir amerikanskar bilar, og snýr seg um bilmerkini Corolla frá 2011 til 2019, Matrix frá 2011 til 2013, Avalon frá 2012 til 2018 og Avalon Hybrid frá 2013 til 2108. Enn er óvist um bilar, sum eru seldir í ella gjøgnum Danmark eisini skulu innkallast, skrivar Ritzau.
Higartil er staðfest ein deyðsvanlukka, har luftkoddin ikki virkaði.
Í apríl kannaði amerikanska umsitingin fyri trygd á vegum, NHTSA, 12,3 milliónir luftkoddar hjá fleir bilamerkjum, herímillum merkini, sum Toyota nú kallar innaftur.
NHTSA segði tá, at tey høvdu kannað tvær vanlukkur, harav onnur kravdi mannalív, við Toyotabilum, har elektriskur spenningur er undir illgruna til at vera orsøk til, at stoytkoddin á bilinum ikki útloystist.
Stoytkoddarnir, ið vórðu kannaðir í umfatandi kanningini, vóru av bilum frá 2010 til 2019 av merkjunum Toyota, Fiat Chrysler, Honda, Hyundai, Kia og Mitsubishi.
Bilarnir høvdu eina eind, ið stýrir stoytkoddanum, frá fyritøkuni TRW Automotive Holdings, sum tøknifyritøkan ZF Friedrichshafen eigur.
NHTSA upplýsti tá, at brekið kann vera orsøk til átta mannalív.
Frammanundan hava Kia, Hyundai og Fiat Chrysler kallað inn 2,5 milliónir bilar við hesum deilinum frá TRW Automotive Holdings. Fiat Chrysler segði í 2016, at brekið kann hava verið orsøk til trýggjar deyðsvanlukkur í teirra bilum.
Hyundai og Kia søgdu í 2018, at brekið hevði kosta fýra mannalív í teirra bilum.
Toyota hevur enn ikki sagt hvussu nógvar deyðsvalukkur hjá teimum, sum brekið kann vera orsøk til, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald