Innanlands

Helt ikki víkiskylduna

Seinnapartin var eitt ferðsluóhapp á Marknagilsvegnum í Havn – Hóast ein bilur fekk stóran skaða, var eingin fólkaskaði, sigur løgreglan

2025-11-28 15:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin, stutt eftir klokkan hálvgum tvey, varð boðað frá einum ferðsluóhappi á Marknagilsvegnum í Havn, har tveir bilar rendu saman.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at talan var um eitt víkiskylduóhapp.

Tann eini bilurin fekk rættiliga stóran skaða, men sum skilst var eingin fólkaskaði. Fólkini í tí eina bilinum vórðu tó koyrd á Landssjúkrahúsið til kanningar fyri at binda um heilan fingur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder