2019-01-23 08:36
Transfólk hava einki at gera í amerikanska herinum og eru ikki vælkomin har. Tað er greitt eftir at hægstirættur í USA hevur atkvøtt um málið.
Hægstirættur atkvøddi um at geva amerikanska forsetanum heimild at banna fólk, sum hava skift kyn ella sum ætla sær at skifta kyn, at verða í herinum.
Sambært Reuters vóru tað teir konservativu dómararnir í hægstarætti, sum tryggjaðu eitt fleirtal í atkvøðugreiðsluni, við fimm móti fýra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald