Innanlands

Triði føroyingurin staðfestur frískur

Í hesum sambandi eru 51 fólk afturat viðkomandi loyst úr sóttarhaldi

2020-03-20 10:28 Author image
Agnar Prestá

Heilsumálaráðið boðar fyrrapartin frá, at triði føroyingurin, ið hevur fingið staðfest koronasmittuna, er staðfestur frískur aftur.

51 fólk, sum viðkomandi hevði havt samband við, vóru eisini sett í sóttarhald.

Eingin teirra hevur sjúkueyðkenni, og tey eru nú øll loyst úr sóttarhaldinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald