Innanlands

Triði dagur á rað við ongum korona

145 føroyingar eru staðfestir frískir aftur eftir at hava havt koronasmittuna

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-04-10 08:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Heldur eingin persónur er blivin staðfest smittaður við korona seinasta samdøgrið. Hetta er triði dagurin upp í slag, at eingin tilburður av korona er staðfestur í Føroyum.

Sostatt eru framvegis 184 føroyingar, sum tilsamans hava fingið staðfest koronasmittuna, og hetta byggir á 5408 kanningarúrslit. 109 vóru kannað í gjár.

Í løtuni eru 145 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna. Tað vil siga at bara 39 fólk hava koronasmittuna í løtuni. Hetta talið var 48 í gjár.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna.

Í dag er Langi fríggjadagur, og eftir ætlan verða fáar kanningar gjørdar í dag. Næstu ferð nýggj kanningarúrslit verða almannakunngjørd verður 1. páskadag tann 12. apríl, sigur Heilsumálaráðið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder