Innanlands

Triðingurin verður rakstrarstuðul

Miðlastuðulin verður í framtíðini býttur sundur - ein triðingur til rakstur og tveir triðingar til verkætlanir sambært umsókn

2021-04-28 14:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgtingið hevur fyri løtu síðani samtykt broytingaruppskotið hjá einum minniluta í mentanarnevndini til uppskotið hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni, um broytingar í Miðlastuðulslógini.

Harvið er samgongan á tingi samd við sínum fólkum í mentanarnevndini um at ganga burtur frá upprunaligu ætlanini hjá landsstýrismanninum.

Hetta merkir, at játtaði peningurin til miðlastuðul í framtíðini verður býttur upp, so at triðingurin verður latin sum beinleiðis rakstrarstuðul til miðlarnar, eins og skipanin higartil hevur verið, og at tveir triðingar verða latnir sum verkætlanarstuðul, eins og landsstýrismaðurin ynskti.

Lógin fær gildi frá 1. januar 2022 at rokna. Tað vil siga, at miðlastuðulin verður játtaður sambært núgaldandi skipan aftur í desember í ár.

Málið skal hava enn eina viðgerð á tingi áðrenn lógarbroytingin kann setast í gildi.

Andstøðufólk á tingi eru framvegis grundleggjandi ósamd við ætlanina hjá samgonguni um, hvussu privatir miðlar eiga at stuðlast.

Fleiri teirra fýltust á, at landsstýrismaðurin er komin við grundleggjandi broyting uttan at spyrja miðlarnar eftir og eisini uttan at draga miðlarnar við í eina eftirmeting av lógini, sum annars var upprunaliga ætlanin.

Ein roynd at senda málið aftur í mentanarnevndina miseydnaðist. Tey 13 andstøðutingfólkini í salinum atkvøddu fyri, og tey 15 samgongutingfólkini atkvøddu ímóti.

Tá broytingaruppskotið hjá minnilutanum í nevndini (t.e. samgonguuboðini) kom til atkvøðugreiðslu, varð hetta samtykt við teimum 15 atkvøðunum fyri og 13 ímóti.

Undir viðgerðini kom fram, at samgongan er sinnað at hækkað játtanina til miðlastuðul á fíggjarlógini. Seinastu árini hevur árliga játtanin verið tvær milliónir krónur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder