Uttanlands

Tríggir mans ákærdir fyri dráp á rennara

Hildið verður, at Ahmaud Arbery varð dripin í Georgia bara tí hann var littur

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-06-25 08:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tríggir mans eru við ein dómstól í Georgia formliga ákærdir fyri drápið á ein 25 ára gamlan svartan mann, sum varð skotin undir einum rennitúri í februar.

Tað upplýsir økisákærin í Cobb County í Georgia, sambært CBS News.

Málið fekk nógv uppmerksemi í USA í mai, tá eitt videobrot av hendingini varð lagt út á netið.

Les eisini: Feðgar handtiknir fyri nógv umtalað dráp 

Upptøkurnar vísa, at Ahmaud Arbery kom rennandi eftir eini gøtu, har tveir vápnaðir menn standa fyri honum og forða vegin við bili sínum.

Eftir at hava skeldast eina løtu verður Arbery skotin. Filmsbrotið førdi til mótmæli og skuldsetingar frá fleiri um, at hvít fólk sluppu undan revsing fyri at drepa svørt fólk.

Menninir, ein 64 ára gamal fyrrverandi politistur og 34 ára gamli sonur hansara, vórðu ikki skuldsettir í málinum fyrr enn tveir mánaðir eftir hendingina.

Teir hava greitt løgregluni frá, at teir eltu Ahmaud Arbery tí teir høvdu illgruna um, at hann var innbrotstjóður og at talan var um sjálvverju, tá teir skutu hann. Ein triðji maður er eisini ákærdur í málinum, tí hann forðaði Arbery at rýma við at stilla bil sín fyri, skrivar CBS News.

Tað var hesin, sum filmaði hendingina á fartelefon síni.

Amerikanska samveldisløgreglan hevur sagt, at tey hava viðgjørt málið sum eitt hatursbrotsverk. Tað fær tó onga ávirkan á málið. Lógevandi tingið í Georgia samtykti í hesi vikuni eina lóg um hatursbrotsverk, men dømast kann ikki eftir hesi nýggju lógini við afturvirkandi gildi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder