Uttanlands

Tríggir mans avrættaðir í Iran

Teir eru dømdir fyri at hava luttikið í virksemi vegna Ísrael og USA í sambandi við umfatandi mótmæli í Iran í januar.

Iranar savnaðust í vikuni í Teheran frammanfyri einum brennandi skelti við myndum av serliga amerikanska sendifólkinum, Steve Witkoff, amerikanska forsetanum, Donald Trump, ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, og amerikanska varaforsetanum, J.D. Vance (Mynd: Atta Kenare/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-11-08 17:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tríggir mans vórðu í morgun avrættaðir í Iran, eftir at teir vórðu dømdir fyri "at hava luttikið í virksemi" vegna Ísrael og USA.

Hetta skal vera hent í sambandi við mótmælunum móti iranska stýrinum í januar.

Menninir blakaðu molotovkokteylar og granatir, brúktu knívar og skotvápn og settu eld á almennar bygningar í býnum Karaj vestan fyri høvuðsstaðin Teheran.

Onnur, sum eru dømd í málinum, hava fingið millum fimm og tíggju ára fongsulsrevsing, skrivar Ritzau.

Mótmælini í Iran byrjaðu í desember í fjør og snúðu seg upprunaliga um hækkandi livikostnaðin. Tey mentust tó til umfatandi mótmæli móti iranska stýrinum.

Sambært iranskum myndugleikum lótu fleiri enn 3.000 fólk lív í sambandi við mótmælini. Altjóða felagsskapir hava tó boðað frá einum hægri talið.

Iran lýsti harðligu mótmælini sum yvirgang, sum var lagdur til rættis av USA og Ísrael.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder