Innanlands

Tríggir stuttfilmar fingu virðisløn frá Námi

Næmingar á tøknibreytini í Klaksvík, á Glasi og í 8. flokki á Argjamhari deildu fyrstaplássi

Mynd: nam.fo

Mynd: nam.fo

2019-11-29 11:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder
Nám hevur skipað fyri stuttfilmskappingini, har luttakararnir skuldu lýsa minst tvey av heimsmálunum hjá ST í einum filmi, sum var í mesta lagi 7 minuttir og sum kundi nýtast til undirvísing. 

Vinnararnir vórðu avdúkaðir í fulsetta skeiðshølinum hjá Námi í gjárkvøldið. Tríggir bólkar deildu fyrstaplássið, og fingu harvið ein triðing hvør av virðislønini, áljóðandi 30.000 krónir.

”Gang ein túr” T1 Tekniski skúli, Klaksvík - Talan var um "ein stop motion" film í einari vanligari føroyskari bygd, sum er gjørd úr Lego.

”Grøna broytingin” næmingar úr 18u Glasir (4:40): Filmurin vísir á trupulleikar og loysnir í sambandi við veðurlagsbroytingar og letur bæði serfrøðingar og vanlig fólk sleppa at úttala seg.

”Rúsandi eitur” 8.a á Argjahamri (3:13): Hetta er klassisk filmslist, sum sýnir framúr kynstur at lýsa eina støðu, sum børn kunnu koma í orsaka av rúsdrekkamisnýtslu. Høvuðsleikarin spælir væl og vekir kenslur hjá áskoðaranum.

Soleiðis lýsti dómsnevdin, sum var seks fólk, m.a vinnandi filmarnir

Stjórin í Námi, Eyðun Gaard, helt røðu um týdningin at geva filmi rúmd á øllum stigum í undirvísingini kring landið, tí førleikin er góður og áhugin er sjónliga stórur at arbeiða við filmi. 

19 filmar komu inn til kappingina. Teir komu frá framhaldsdeild í fólkaskúlanum og miðnámi. Glasir og skúlin á Argjahamri vóru best umboðaðir í kappingini. Filmar komu eisini frá Tekniska skúla í Klaksvík, Hoyvíkar skúla, skúlanum við Løgmannabreyt og Eysturskúlanum.

Til ber at lesa meira og síggja fleiri myndir á nam.fo

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder