2020-02-16 10:16
Í nátt vórðu tilsamans tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka, sigur løgreglan.
Tann fyrsti varð tikin í Havn um klokkan trý, og tann næsti varð tikin í Klaksvík ein góðan tíma seinni.
Triði bilførarin endaði í einum ferðsluóhappi í Søldarfirði beint fyri klokkan seks.
Viðkomandi rendi á ein lyktapela, og fingu bæði førarin og bilurin eitt sindur av skaða.
Av politistøðini verður sagt, at viðkomandi varð koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men vakthavandi veit ikki at siga, um talan var um nakran álvarsligan skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald