2024-07-18 10:26
Tríggir bilførarar vórðu í gjár avdúkaðir fyri at koyra nógv ov skjótt á vegastrekkinum millum Fjarða í Eysturoynni.
Hetta hendi á einum ferðsluátaki seinnapartin í gjár millum klokkan 17 og 18.
Tveir av bilunum koyrdu 105 kilometrar um tíman – tað gevur 2.000 krónur í bót umframt klipp í koyrikortið.
Tann triði koyrdi 114 kilometrar um tíman umframt 2.500 krónur í bót og klipp í koyrikortið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald