Innanlands

Tríggjar COVID-19 granskingarverkætlanir fingið stuðul

Verkætlanirnar snúgva seg um smittutøl og sjúkueyðkenni hjá føroyskum koronasjúklingum, um leiklutin hjá serfrøðingum og myndugleikum og um undirvísingina í fólkaskúlaleiðslunum – enn ber til at søkja um stuðul

Mynd: Gransking.fo

Mynd: Gransking.fo

2020-04-16 19:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Granskingarráðið hevur játtað stuðul til tríggjar verkætlanir, sum skulu granska ymisk viðurskifti í sambandi við koronafarsóttina í Føroyum. Verkætlanirnar snúgva seg um smittutøl og sjúkueyðkenni hjá føroyskum koronasjúklingum, um leiklutin hjá serfrøðingum og myndugleikum og um undirvísingina í fólkaskúlaleiðslunum.

Stuðulin til COVID-19 granskingina kemur frá Granskingargrunninum, Sjúkrakassagrunninum og frá fleiri vinnufyritøkum í Føroyum. Fimm fyritøkur hava higartil játtað tilsamans umleið 2 mió. kr. til átakið, og Granskingarnevndin hevur sett 1 mió kr. av.

Fyritøkurnar, ið hava stuðlað COVID-19 granskingini, eru: Poul Michelsen samtakið, Bank Nordik, Tjaldur, Articon og MEST.

Verkætlanirnar, sum í fyrstu atløgu hava fingið játtað stuðul, eru:

Korona í Føroyum – kanningar av smittutølum, sjúkueyðkenni og andevni hjá korona sjúklingum í Føroyum

Stuðul: 499.267 kr.

Verkætlanarleiðari: Shahin Gaini, ph.d. og yvirlækni.

Aðrir luttakarar í bólkinum: Bjarni á Steig, Marnar Fríðheim Kristiansen, Sanna á Borg, Bodil H. Heimustovu, Tróndur Høgnason Mohr, Lars Fodgaard Møller, Hannes Gislason, Marin Strøm, Maria Skaalum Petersen, Guðrið Andorsdóttir, og Debes H. Christiansen.

Leikluturin hjá serfrøðingum og myndugleikum í eini kreppustøð

Stuðul: 93.062 kr.

Verkætlanarleiðari: Heini í Skorini, Søgu- og Samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Leiklutur og týdningur av stuðlandi leiðslu fyri lærarum í fólkaskúlanum í Covid-19 - tíðini

Stuðul: 81.744 kr.

Verkætlanarleiðari: Kalpana Vijayavarathan, Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetrið.

Enn ber til at søkja um stuðul

Á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum stendur, at har eru fleiri aðrar fyritøkur, sum umhugsa at stuðla, og tí kann tøka stuðulsupphæddin broytast.

Stuðul er enn tøkur, og ber sostatt enn til at søkja um stuðul til koronatengdar granskingarverkætlanir, og eingin umsóknarfreist er. Meira kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder