Fýra fjallaklintrarar lótu lív í trimum ymsum klatrivanlukkum í fronsku alpunum ólavsøkudag.
Ein 40 ára gamal maður úr Milano í Italia doyði, tá hann datt niður av fjallinum Mont Pelvoux. Hann var komin upp í 3.000 metra hædd, tá vanlukkan hendi. Bjargingarfólk royndu at fáa lív í mannin aftur, men uttan úrslit.
Tvær franskar kvinnur, 48 og 54 ár doyðu, tá tær klintraðu við einum klatri-ferðaleiðara móti fjallaskarðinum Breche de la Meije.
32 ára gamli ferðaleiðarin – guidin – yvirlivdi, man kom illa til skaða í hendingini, og varð fluttur til sjúkrahúsið í franska býnum Grenoble.
Ritzau skrivar frá løgreglumyndugleikunum á staðnum, at ferðaleiðarin hevði enda á báðar krinnurnar, tá fjallið leyp, meðan hann var í holt við at tryggja seg sjálvan á fjallaveggin.
Fjórði klintrarin doyði í eini triðju deyðsvanlukku, sum hendi á Mont Blanc, ið er hægsta fjall í fronsku alpunum. Meira er ikki frætt um hesa hendingina, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald