Innanlands

Tríggjar ítøkiligar avmarkingar eru eftir

Eingir festivalar ella stór tiltøk fyrrenn í juli í fyrsta lagi, skeinkistøð verða framvegis tilmæld at lata aftur klokkan 22, og latið verður ikki meira upp fyri ferðafólkaferðsluni millum Føroyar og onnur lond - enn

Micheal Boolsen er fúti og formaður í Epidemikommisjónini

Micheal Boolsen er fúti og formaður í Epidemikommisjónini

2020-05-14 10:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Av tí at smittan er støðgað í Føroyum, hevur verið møguleiki hjá myndugleikunum at lata stórar partar av samfelagnum upp.

Hetta hevur gjørt, at Bárður á Steig Nielsen í dag millum annað kundi boðað frá, at fleiri fólk kunnu savnast, at tilmælda frástøðan í flestu førum er ein metur, at øll sleppa aftur í skúla, at áskoðarar kunnu vera til ítróttartiltøk, og at Bygdaleiðir koyra næstan sum vant.

Tó so, eru summi viðurskifti, har tað framvegis av álvara eru avmarkingar:

Eingir festivalar ella stór tiltøk aftur fyrr enn í juli

Hetta, sum varð kunngjørt á seinasta tíðindafundi, varð aftur sligið fast. Tað verður seinni í mánaðinum støða tikið til, hvussu verður tilmælt um tiltøk í juli og august. Løgmaður segði, at hetta kann verða ein sera stór kelda til smittuspjaðing. Tamarhald er ikki heilt á, hvør hevur verið tætt uppá hvønn annan, og tí ber ikki til at smittuuppspora. Tað ávirkar at fólk smakka sær á.

Skeinkistøð steingja klokkan 22

Fólk smakka sær eisini á skeinkistøðunum, ið framvegis verð frárádd at ikki hava longri enn til klokkan 22. Hetta hava skeinkistøð í Havn í seinastuni gingið ímóti 

Les eisini: Skeinkistøðini hava avtalað at hava opið til klokkan 24

Løgmaður sigur, at mett verður at smittuvandin er ov stórur, og tað er ov torført at smittuspora

Avmarkingar eru í ferðafólkaferðsluni millum lond

Tað varð avdúkað, at umrøtt verður at lata upp fyri fyri ferðslu millum Føroyar og útvald lond, har lítil smitta er. Tó verður hetta ikki gjørt enn. Framvegis er bert ferðsla millum Føroyar og Danmark tríggjar ferðir um vikuna, og tilmæli er framvegis, at øll sum koma til Føroyar verða biðin um at fara í sóttarhald.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder