Mentan

Tríggjar listaligar verkætlanir fáa stóran stuðul frá Tórshavnar kommunu

Tær tríggjar verkætlanirnar, sum hava fingið stuðul, eru  Romeo & Julia hjá leikbólkunum Det Ferøsche Compagnie & Tvazz, International World New Music Days 2024 hjá Felagnum Føroysk Tónaskøld), og Kanska ein bygd hjá Dansivirkinum RIVA – Tær fáa ávikavist 300.000, 150.000, og 100.000 kr.

MINNISBROT eftir RIVA (Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)

MINNISBROT eftir RIVA (Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)

2023-12-19 18:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tórshavnar kommuna lýsti fyrr í ár við nýggjum stuðulsmøguleika til størri listaligar verkætlanir, ið hevur til endamáls at stuðla uppundir dygd og menning innan list og mentan í kommununi.

550.000 kr. vóru tøkar til endamálið, og tá umsóknarfreistin var farin, vóru 20 umsóknir komnar inn, og eftir tilmæli frá stuðulsbólkinum, sum fevndi um umboð fyri fyrisitingina og mentanarstovnarnar hjá Tórshavnar kommunu, og fakliga ráðgeving frá serfrøðingi, valdi Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs at stuðla trimum verkætlanum, skrivar kommunan.

Tær tríggjar verkætlanirnar, sum hava fingið stuðul, eru  Romeo & Julia hjá leikbólkunum Det Ferøsche Compagnie & Tvazz 300.000 kr.), International World New Music Days 2024 hjá Felagnum Føroysk Tónaskøld (150.000 kr.), og Kanska ein bygd hjá Dansivirkinum RIVA (100.000 kr.).

Samanumtikið kann sigast um hesar verkætlanirnar, at tær eru mettar at vera tær, sum best uppfylla treytirnar fyri stuðli í mun til dygd, menning og visjónina hjá Tórshavnar kommunu, og sum best tæna endamálinum við stuðlinum. Saman umboða tær ein breiðan úrskurð av listagreinum og fría listaøkinum í høvuðstaðnum. Fólkini handan verkætlanirnar eru nøkur av fremstu listafólkunum og bólkunum, vit eiga, og verkætlanirnar eru góð dømi um, hvussu samtarv kann skapa møguleikar og vera við til at styrkja og menna mentanarlívið í kommuni. Les meira um einstøku verkætlanirnar niðanfyri, skrivar Tórshavnar kommuna.

Um verkætlanirnar:

Romeo & Julia

Hetta er pallseting av kenda leikinum hjá Shakespeare, sum Det Ferøsche Compagnie og Tvazz standa fyri í samstarvi við Glasir. Hans Tórgarð hevur umsett leikin, og verkætlanin fevnir um námsskeið umframt pallseting av sjálvum leikinum.

Til pallsetingina verður Glasir við sínum runda skapi umskapað til eina modernaða versión av The Globe Theatre, har leikirnir hjá Shakespeare upprunaliga vórðu framførdir.

Eitt av høvuðsendamálunum við verkætlanini er at menna nýggj talent innan leiklist – bæði á pallinum og aftanfyri pallin. Hetta er avgerandi fyri framtíðina hjá leiklistini í Føroyum, sum upplivir sera lítla tilgongd av m.a. sjónleikarum, sum leita sær útbúgving innan yrkið. Talentmenning, samstarv tvørturum ættarlið, yrkis- og áhugalist og listagreinar eru lyklaorð í hesari verkætlanini.

International World New Music Days 2024

Tórshavn verður í juni 2024 vertur fyri stóra tónleikafestivalin International Wold New Music Days.

Hetta er ein festivalur, sum limalondini í International Society of Contemporary Music skiftast um at skipa fyri, og er hetta fyrstu ferð, at Føroyska limafelagið skal vera vertur.

Yvir 100 tónleikafakfólk úr 55 ymsum londum úr øllum heimsins herðashornum og eini 100 útlendskir tónleikarar og tónaskøld vitja festivalin, sum fer at bjóða eina umfatandi skrá av nýskrivaðum tónleiki, har føroyskur tónleikur og tónleikarar eiga høvuðsleiklutin.

Festivalurin fer at seta ein heilt serligan dám á býarlívið, har nýskrivaður tónleikur sleppur framat øllum hugsandi og óhugsandi støðum. Professionalisering og internationalisering eru tvey lyklaorð í hesari verkætlanin, sum veruliga kann vera við til at seta føroyskan samtíðartónleik á heimskortið.

Kanska ein bygd

Hetta er ein nýhugsandi palllistaverkætlan, sum sameinir dansilist við ritlist í einum pallverki og einum rørsluriti.

Verkið viðger, hvat tað er at minnast farnar relatiónir ígjøgnum frásagnir um fólk, ið eru deyð, og hvønn kollveltandi leiklut ein gerandisløta kann hava.

Verkið verður framført í Norðurlandahúsinum (sum eisini er samstarvspartnari í verkætlanini) við einari áhugaverdari pallseting, har Høllin verður broytt soleiðis, at áskoðarar sita høgt uppi og hyggja niður á pallin. Eitt rørslurit er eitt nýtt konsept í Føroyum, og tað er yvirhøvur óvanligt at geva koreografiir út í bók.

Við rørsluritinum bjóðar RIVA siðvenjuni við at koreografiir einans liva í holdinum av við at skapa eitt rit, sum samantvinnar yrkingar og tað, sum á enskum kallast “dance notations”. Ein verkætlan, sum er gjøgnumført nýhugsandi og signalerar stóra menning innan dansilistina og tvørlistaligt virksemi í Føroyum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder